Framvegis smágenta ? innaní

- Hvussu tað er at verða gomul? Tú, tað hugsi eg ongantíð um, men nú, tú nevnir tað, má eg siga, at tað havi eg onki ímóti, tá tú hugsar um hin møguleikan, flennir Sheila Arnskov, sum er eitt av trúgvu húsfólkunum í Tilhaldinum

78 ára gamla Sheila Arnskov er úr Skotlandi og kom til Føroyar í 1964, tá maður hennara fekk starv hjá Ríkisumboðnum. Ætlanin var bert at vera eina tíð her - nøkur ár kanska - men tey vórðu verandi og fara neyvan nakran veg nú, tí sum Sheila sigur
- Føroyar man vera heimsins besta stað at gerast gamal í. Vit kundu í øllum førum ikki ynskt okkum nakað betri.
Náttúrudáma
Sheila hevur havt sína dagligu gongd í Tilhaldinum líka frá byrjan, og henni dámar avbera væl at støkka inn á gólvið. Bæði tí tað er hugnaligt at hitta onnur og fáa eitt gott prát, men eisini tí hon heldur starvsfólkini duga so væl at skipa fyri spennandi tiltøkum. Okkurt skifti hevur hon sjálv eisini verið limur í nevndini, men ikki beint nú, tí hon heldur seg ikki hava nóg góða tíð.
- Vit hava fingið okkum eini hús á Sandoynni við einum deiligum og stórum urtagarði, og tað krevur jú sítt. Vikan hevur bara 7 dagar, so man hevur tíverri ikki tíð til alt, man fegin vil vera við í, sigur Sheila. Tá hon og maðurin ikki eru á Sandoynni, búgva tey við Dalavegin í Havn, har tey hava eina íbúð í sama húsi, sum sonurin og svigerdótturin.
- Tað riggar bara fínt. Gomul og yngri kunnu saktans búgva í sama húsi; tað veldst bara um, hvussu man trívist saman, og tað hevur ikki endiliga nakað við aldurin at gera, heldur Sheila, sum er sera glað um, at sonurin og konan hava fingið sær ein hund, sum hon altíð er klár at ganga túr við.
- Eg eri náttúrumenniskja, og tað besta, eg veit, er at ganga túrar. Eg svimji tveir morgnar um vikuna saman við Morgunfrúunum, og plagi at ganga frá Dalavegnum niðan í svimjihøllina, sigur Sheila, sum eisini er fastur fúsur í gongufelagnum í Havn. Og tá stóra Fólkaheilsurenningin var herfyri, kláraðu Sheila og maðurin at ganga 5 1/2 km undir 1 tíma.
Lítla gentan
Tá Sheila kom til Føroyar var hon fyri tað mesta heima hjá teimum 3 synunum, meðan teir vóru smáir. Men tað gekk ikki lang tíð, til hon byrjaði at undirvísa í enskum á kvøldskúla á Fróðskaparsetrinum og seinni eisini á Læraraskúlanum. Og við síðuna av hevur hon allatíðina fingist við at umsett úr føroyskum bæði til enskt og danskt. Sjálvt um Sheila ikki undirvísir longur, heldur hon seg ikki hava nógva frítíð, men tá hon slappar av, er tað sum oftast við eini góðari bók.
- Eg eri við í einum lesiringi, har vit hittast av og á at práta um onkra bók, vit hava avtalað at lesa. Og so spæli eg eisini klaver so ofta, eg kann, tí tað havi eg altíð gjørt, og tað skal jú haldast við líka, sjálvt um eyguni eru farin at bila eitt sindur. Annars hugsi eg ongantíð um, at eg eri við at verða gomul. Eg føli meg mest sum hasar russisku dukkurnar, tú veit, við nógvum smærri dukkum inni í - eg eri enn tann lítla gentan innast inni, smílist Sheila.