Framvegis spenningur um fjórða plássið

Ein rúgva av málum eyðkendu umfarið í Effo-deildini í dag

Fult umfar hevur í dag verið í Effo-deildini.

 

Undan umfarinum var størsti spenningurin rundanum dystirnar hjá HB og KÍ, av tí tey bæði feløgini kappast um at fáa fatur í tí seinasta plássinum, sum gevur europeiska luttøku við sær.

 

HB var stórfavorittur á heimavølli móti EB/Streymi, meðan KÍ fekk eina munandi truplari uppgávu, tí teir fingu vitjan av nýklaktu Føroyameistarunum úr B36.

 

Tað eydnaðist tó bæði KÍ og HB at vinna sínar dystir í dag. HB vann 6-0 á heimavølli móti EB/Streymi, meðan KÍ vann sín dyst 2-1 móti B36.

 

Í komandi umfarinum hava bæði KÍ og HB truplar dystir, og tí kann roknast við at avgerðin um seinasta europeiska plássi kann koma nærri.

 

FC Suðuroy nærkast niðurflyting

Av øðrum dystum, so vann Víkingur 3-1 á heimavølli móti FC Suðuroy, sum alsamt byrjar at líkjast einum niðurflytara. Kravið hjá FC Suðuroy fyri at varðveita sær sæti í deildini, er at teir vinna báðar sínar seinastu dystir, sum eru á heimavølli móti ÍF og á útivølli móti HB.

 

Á Argjum spældu AB og ÍF 2-2 javnleik í einum jøvnum og undirhaldandi dysti, har AB í tveimum førum var á odda. AB er nú fýra stig frammanfyri FC Suðuroy í botninum, og skal tað tí ganga óvanliga illa hjá AB, um FC Suðuroy skal hava nakran møguleika at yvirliva í deildini.

 

Í seinasta dystinum spældu TB og NSÍ 2-2 javnleik við Stórá. Eins og hjá AB, so var NSÍ í tveimum førum á odda í tí dystinum, men TB svaraði aftur báðar ferðirnar.

 

Úrslitini í dag:

 

HB-EB/Streymur 6-0 (2-0)

1-0 Teit Jacobsen

2-0 Adrian Justinussen

3-0 Fróði Benjaminsen

4-0 Christian R. Mouritsen

5-0 Fróði Benjaminsen

6-0 Teit Jacobsen

 

KÍ-B36 2-1 (2-1)

0-1 Philip Lund

1-1 Kenan Hajdarevic

2-1 Ndende Adam Gueye

 

Víkingur-FC Suðuroy 3-1 (2-1)

1-0 Gert Hansen

1-1 Jón Krosslá Poulsen

2-1 Heðin Hansen

3-1 Gunnar Vatnhamar

 

TB-NSÍ 2-2 (1-2)

0-1 Magnus H. Olsen

1-1 Patrik Johannesen

1-2 Jóhan Jacobsen

2-2 Teitur Justinussen

 

AB-ÍF 2-2 (2-1)

1-0 Rógvi Poulsen

1-1 Andy Olsen

2-1 Nikolaj Eriksen

2-2 Dánjal á Lakjuni

 

Stigatalvan í Effo-deildini eftir 25 umfør:

1. B36 - 57 stig

2. NSÍ - 48 stig

3. Víkingur - 47 stig

4. HB - 40 stig

5. KÍ - 38 stig

6. ÍF - 27 stig

7. TB - 25 stig

8. AB - 23 stig

9. FC Suðuroy - 19 stig

10. EB/Streymur - 10 stig