Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Frank Jensen hevur verið politikari í 30 ár. Hann hevur verið fólkatingsmaður og ráðharri. Seinastu 11 árini hevur hann verið yvirborgarstjóri í Keypmannahavn.
So seint sum í gjárkvøldið fekk hann stuðul frá Javnaðarflokkinum í býráðnum í Keypmannahavn og sum valevni til býráðsvalið næsta ár. Og at verða valevni hjá Javnaðarflokkinum til yvirborgarstjórastarvið merkir tað sama, sum at tú verður yvirborgarstjóri, tí Javnaðarflokkurin hevur átt yvirborgarstjóran í Keypmannahavn seianstu 117 árini – síðani 1903, tá Jens Jensen var javnaðarmaður í yvirborgarstjórasessinum.
Frank Jensen leggur frá sær sum borgarstjóri og sum næstformaður í danska Javnaðarflokkinum.
##med2##
##med3##