Frank Lampard hevur fingið sekkin

Premier League: Everton hevur sent navnframa Frank Lampard heim

Mynd: (Scanpix) Frank Lampard hevði ikki eydnuna við sær í Everton

Everton hevur sent navnframa venjaran, Frank Lampard, heim. Everton tapti um vikuskiftið móti West Ham og liggur undir niðurflytingarstrikuni.

 

Frank Lampard, sum spældi við West Ham, Chelsea og eitt stutt bil við Manchester City í Premier League, er koydur eftir minni enn eitt ár sum venjari hjá Everton. Hann tók við eftir Rafael Benitez farna kappingarár, og megaði júst at yvirliva í deildini.

 

Everton hevur tapt 9 av teimum seinastu dystunum í Premier League. Við 15 stigum er Everton ájavnt í stigum við botnproppin, Southampton. Tó eru bara trý stig upp til 14. plássið. Tað er steðgur í Premier League í tvær vikur, tí tað er FA Cup fótbóltur komandi vikuskiftið.

 

Nýggjur venjari væntast at verða ein av Sean Dyche ella Marcelo Bielsa. Tað fyrstu søgurnar í enskum miðlum.

 

1Arsenal19162145:1650
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd20123532:2539
5Tottenham20103739:3133
6Brighton1994637:2731
7Fulham2094732:2931
8Brentford2079432:2830
9Liverpool1985634:2529
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Wolves20451112:3017
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515

Mynd: (Scanpix) Frank Lampard hevði ikki eydnuna við sær í Everton