39 ára gamli, Cristiano Ronaldo hevur skotið 123 mál í 200 landsdystum fyri Portugal.
Kortini heldur 56 ára gamli, Frank Leboeuf sum vann HM-gull við Fraklandi í 1998, og EM-gull við Fraklandi í 2000, at Cristiano Ronaldo ikki eigur at spæla í komandi EM-endaspælinum í Týsklandi í summar.
Frank Leboeuf, ið er viðmerkjari hjá ESPN heldur fyri: - Portugal er ein av favorittunum til EM-gullið. Eg vænti, at teir vinna EM-endaspælið um Ronaldo ikki spælir. Ronaldo hevur givið altjóða fótbólti nógv, men alt fær ein enda. Hann spælir ikki á hægsta stigi longur, heldur Frank Leboeuf.
Í EM-undankappingini skoraði Ronaldo tó 10 mál í níggju dystum, og tað er ógvuliga sannlíkt, at tað verður ikki sum Frank Leboeuf heldur Portugal eigur at gera, men tað verður heldur so, at Ronaldo byrjar inni fyri Portugal.
Portugal er í EM-endaspælinum í innleiðandi bólki F saman við Kekkia, Turkalandi og einum liði sum kvalfifiserar seg úr Nations League endaspælinum. Fyrsti dysturin, ið verður móti Kekkia verður leiktur 18. juni.
Saman við Portugal vann Ronaldo EM-gull í 2016, og Nations League gull í 2019.