Saman við umboðum frá bilasøluni VR Bilum var bilredaktiónin á Sosialinum og vitjaði Frankfurt Motor Show 2007, sum er heimsins størsta altjóða framsýning av nýggjum bilum. Í einum leigaðum Volvo S60 varð koyrt úr floghavnini í Kastrup til Frankfurt í Týsklandi.
Bilaframsýningin í Frankfurt er megastór við yvir 50 bilmerkjum við eini rúgvu av ymiskum bilmodellum, sum vóru sýnd fram í ljósinum av prosjektørum í alskyns litum. Har vóru bilar úr so gott sum øllum heimspørtum, og nógv varð gjørt burturúr. Umframt allar nýggjheitirnar vóru eisini konseptbilar, sum vísa hvussu vit kunnu vænta, at bilarnir koma at síggja út í nærmastu framtíð.
Framsýningin í Frankfurt sær eisini eftir øllum at døma út til at verða tað heilt stóra gjøgnumbrotið fyri hybridbilar hjá fleiri av evropeisku bilverksmiðjunum.
Eftir tær stóru veðurlagsbroytingarnar seinnu árini er stórt trýst lagt á bilverksmiðjurnar um at framleiða umhvørvisvinarligar bilar, sum dálka minst møguligt. Hetta trýst fer ikki at minka í framtíðini. Í hesum sambandi var týski samveldiskanslarin Angela Merkel á framsýningini, har hon helt røðu og greiddi frá, hvussu týdningarmikið tað er, at bilaídnaðurin leggur seg eftir at gera umhvørvisvinarligar bilar.
Framsýningin var opin í døgunum 13. til 23. september.