Frankie Jensen við nýggjum staklagi

– Tað er gott at vera aftur "á pallinum". Eg havi saknað tónleikin, sigur Frankie Jensen

 

Frankie Jensen gav í gjár eitt nýggja staklagið "Hví" út, sum hann sjálvur hevur skrivað og gjørt lag til.

Hetta er fyrstu ferð í 21 ár, at Frankie gevur nakað út av egnum tilfari.

– Tað er gott at vera aftur "á pallinum", sigur hann.

Tað var í 1999, at Frankie Jensen saman við Jógvan Jón Petersen gav fløguna "Lívsins Løtur" út, og saman kallaðu teir seg "Tónar". Róin Siggertsson framleiddi hesa fløguna.

Orsøkin til, at tað skuldu ganga 21 ár, til hann aftur gav tónleik út, er, at tað tíðin ikki var til tað, og tónleikurin bleiv ikki raðfestur, sigur hann.

– Eg havi tó altíð saknað tónleikin og tað at gera tónleik. Eg havi eisini fleiri løg liggjandi frá 90'unum, og ætlanin er at geva fleiri stakløg út í næstum, sigur Frankie Jensen.

Noe Chaparro hevur staðið fyri tónleiki og framleiðslu. Barbara Chaparro syngur kór, og Henning Nicodemussen spælir trummur.

Hoyr nýggja sangin "Hví" við Frankie Jensen her:

##med2##