Olivier Krumbholz hittir í dag Noreg í HM-finaluni á triðja sinni, og tað verður í lutinum sum »underdog«.
Venjarin hjá franska kvinnulandsliðnum, Olivier Krumbholz, er ikki í iva um, at lið hansara er undirmett, tá tær trína inn á vøllin í dag í finaluni í HM í Týsklandi.
Olivier Krumbholz heldur, at Noreg er sólarklárur favorittur.
– Noreg er besta liðið í HM. Tær spæla skjótan kontrahondbólt og hava eina góða verju, sigur Olivier Krumbholz.
Frankaríki tryggjaði sær fríggjadagin pláss í finaluni við at vinna Svøríki 24-22 í hálvfinaluni.
Og sjálvt um franski landsliðsvenjarin er ovfarin av Noreg í endaspælinum, heldur hann ikki, at Frankaríki ongar møguleikar hevur í finaluni.
Serliga ikki eftir avrikið ímóti Svøríki.
– Eg var ovfarin av mínum leikarum ímóti Svøríki. Tær hildu høvdið kalt ímóti endanum, sigur Olivier Krumbholz.
Olivier Krumbholz hevur tvær ferðir áður hitt Noreg í HM-finalu. Og tapti bæði í 1999 og í 2011.
Noreg tryggjaði sær pláss í HM-finaluni við at vinna Holland trygt í hálvfinaluni við 32-23.
Veronica Kristiansen spælt sín helst besta dyst í endaspælinum í Týsklandi og er greið um, at Noreg má átakasær favorittleiklutin í finaluni.
– Vit tóku tað góð, vit framdu ímóti Russlandi, og hildu fram við tí í hesum dystinum. Tað er ordiliga gott at fáa so góða byrjan, sum vit fingu í dag. Vit halda fram og steðga ikki, segði Kristiansen eftir hálvfinalusigurin.
/ritzau/NTB