Bethune, Frakland: Gjøgnum tíðina hevur føroyska fótbóltslandsliðið vunnið sær hópin av vinum uttanlands. Smáu oyggjarnar, sum í so nógvar mátar hava bjóðað teimum stóru tjóðunum av, eru á sín hátt ímyndin av dystinum millum David og Goliath. Ein ímynd, ið mest sum altíð vinnur samkenslu og áhuga.
Og Frakland er einki undantak í so máta. Eini 20-30 fjepparar sóust soleiðis longu til fyrstu venjingarnar, og spent stóðu hesi og bíðaðu, meðan liðið vandi. At sleppa framat spælarunum, var tó ikki bara sum at siga tað. Trygdin kring landsliðið hevur sjáldan verið so góð, sum er tað á hesi ferðini, og meðan ferðalagið alla staðni hevur eskortu av løgreglubilum og - motorsúkklum, standa vaktarmenn eisini við venjingarvøllin, soleiðis at eingin av áskoðarunum sleppur inn um gyrðingina.
Eftir venjingina góvu føroyingarnir tó loyvi til, at fjeppararnir kundu sleppa so nær stjørnunum, sum tey sjáldan munnu sleppa tað, tá meira navnframar fótbóltstjóðir enn tann føroyska vitja.
Og serliga mundi ein av fjepparanum vera fegin um hetta høvi. Kvinnan, sum talan er um, hevði gjørt sær eina stóra plakat, har hon hevði savnað myndir av øllum teimum føroysku spælarunum, og gleðin var stór, tá spælararnir ein og ein settu navn sítt á plakatina. Og tá hon so eisini fekk loyvi at verða avmyndað mitt í leikarahópinum, mundi frøin ongan enda taka. Í øllum førum var orðafloymurin øgiligur, tá myndin varð tikin, og tó at spælararnir ikki mundu skilja stórvegis av hesum, so høvdu teir eisini hug at smílast.
So hvør veit, um tað ikki eru fleiri enn bara føroyingarnir á leikvøllinum, sum fara at díkja á Føroyar leygardagin. Kundi hent seg, at stuðulsrópini eisini koma á fronskum - og tey skulu so undir øllum umstøðum vera vælkomin.