Franskmenn royna at lenda í Havn

Ein síðsta roynd verður gjørd kl. 12.30. Lenda franskmenn ikki tá, verður dysturin ikki spældur í hesum umfarinum. Tað er status í løtuni.

 

Útlendskir fjølmiðlar fylgja annars væl við í tí, sum hendir kring dystin í Føroyum. Bæði Ekstra Bladet, TV2 og Eurosport skriva um fronsku stjørnurnar, sum ikki fáa sett seg í Føroyum. Og hóast tað er keðiligt, at dysturin møguliga verður útsettur, so er tað skemtiligur lesnaður sum bæði TV2 og Eurosport levera.

Síðst nevndi miðil sigur, at fronsku heimsstjørnurnar hava trupult við: ?flying into Torshavn?. Um tað er hetta, flogfarið við fraklendingunum umborð roynir, so er tað ikki so løgi, at tað hevur trupult við at seta seg.

Men her hevur danska TV2 so eina loysn til tann trupulleikan, tí at ?en anden mulighed er færgen, som dog tager fem timer?, sigur altso TV2, sum endurgevur tíðindastovuna AFT og ein talsmann hjá franska landsliðnum fyri hesa útsøgn.

 

Føroyska landsliðið skal annars úr Føroyum til Ukraina í morgin. Ætlandi skulu teir flúgva úr Vágum kl. 8.15 og spennandi verður at fylgja, um teir sleppa avstað til tíðina.