Frants Restorff var kokk ur hjá konginum í Siam

Frants Restorff var eitt kent bakaranavn í Havn í eini 100 ár. Hann var abbasonur gamla M.C. Restorff og byrjaði bakarí í 1902. Men undan tí hevði hann eitt ævintýrligt lív

Frants hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Um hans­­ara lív verður greitt frá í Dimma­lætt­ing í 1928:
Bagermester Fr. Restorff, en af vore vidtberejste Landsmænd, af­­rejdste for et par Uger siden til Dan­mark for at søge Rekreation paa Hareskovens Kuranstalt.
Hr. Restorff har allerede i nogen Tid haft et svagt Helbred. Allerede i 15 Aars Alderen kom han i Lære hos Hofbager Olsen & Søn i København, og efter udstaaet Læretid var han hjemme paa Færøerne et Aars Tid. Rejste saa til Udlandet, hvor han fik en meget alsidig Uddannelse i Bagerfagets og Kokkefagets for­skellige Afskygninger.
I 11 Aar færdedes Hr. Restoff ude i Verden baade i Øst og Vest og fik set sig godt om derude. Han er saa­ledes en af vores mest berejste Mænd.
En Overgang var Hr. Restorff Liv­kok hos den siamesiske Konge. Dette gik til paa den Maade, at Kong­en af Siam var paa Besøg i Europa, og Restorff fik Plads paa Konge­skibet. Han fulgte med Skibet til Siam, hvor han forblev et par Aar som Kok og Bager, dels paa Konge­­skibet, naar Kongen var til Søs, og dels paa Kongeslottet, naar Kongen opholdt sig i Land.
Fra Siam kom Hr. Restorff hjem til England. Rejste senere til New York og derfra gennem Stat­erne til New Orelans. Hans arbejd­ede sig frem til Nicaragua i Mellem­amerika, hvor han havde en Onkel. [Frants, pápabeiggi Jørgen Frants Jacobsen.]
Onklen havde opsyn med en Del Bananplantager samt med hugst af kostbare Træsorter bl.a. Mahogni­træer. Hr. Restorff blev nu Kok og Bager for de hvide Mennesker, der stod i Arbejde hos Onkelen, en ret eventyrlig Tilværelse, der varede det meste af et par Aar. Derpaa tog hr. Restorff Plads som Kok i Langfart. Og da Faderen, Købmand Andreas Restorff, døde, kom Hr. Frants Restorff hjem til Færøerne igen efter 11 Aars Rejseliv.
Hr. Bagermester Restorff, der med rette kan kaldes en self made Mand, begyndte under ret beskedne Forhold at drive Bageri paa egen Haand. Men han har efterhaanden oparbejdet sin Forretning til den største af sin Slags herhjemme.

120 dagar úr Thailandi til Europa
Frants fór aftur til Europa við bark­ini Solveig, har hann var kokkur. Á hesi ferðini skrivaði hann dagbók.
Henda Miðvikan er brot úr hesi dag­bókini, sum sigur eitt sindur um sjólívið tá í tíðini.
Frants byrjar at skriva 20. 9 1894 eftir 12 dagar í sjónum . Hesa fyrstu tíðina hevur hann ikki upplivað nakað av týdningi. Hann er nóg illa komin at kenna teir, hann er saman við. Hetta er so stutt tíð, at ein ikki eingang kann læra seg sjálvan at kenna, sum hann tekur til.
23. september 1894
Í dag eru tvey ár síðani, eg fór úr gamla Keypmannahavn. Tá av­gjørdi eg, at eg vildi ikki síggja býin aftur fyrr enn um trý ár, og henda av­gerðin stendur við, um vit ikki í Queens­town í Írlandi fáa boð um at fara til Keypmannahavnar.
Eg siti í míni ”kabinu”, sum eg havi sama við Gottlieb, og hava vit beint spælt kort saman við nøkrum av manningini.


24. september
Eg siti her og fái ikki tíðina at ganga. At sova tori eg ikki. Lutvíst tí at ”hinum gamla”, skiparanum, neyvan hevði dámt, at eg svav mitt á fyrra­partinum. Men eg má eisini ansa eftir bønunum yvir eldinum. Tær kunnu lættliga brennast.
Eg kundi hugsa mær at telgt ein siamesiskan bát til beiggja mín, Johan. Men mær manglar træ og ein góðan knív, so tað má bíða.
Hin gamli bað meg fara fórút at hála klyvaran inn. Tað eru so nógv æl her við vindi, og seglføringin skal broytast hvørja ferð. Nú eru 18 dagar síðan vit fóru úr Bangkok og enn liggja vit og krússa millum oyggjarnar her í Sundahavinum.

1. oktober
Í dag er ein stór hending. Eg havi rakað yvirskeggið, tí eg síggi, at hinir gera tað sama. Eg føli meg nógv eldri og kenni illa meg sjálvan aftur í speglinum.
Fyri trimum døgum síðani fóru vit um ”linjuna”, ekvator, á leiðini suður um Afrika. Hetta er fyrstu ferð hjá mær. Slapp tíbetur undan dópinum. Men vit koma um hana enn eina ferð.
Tað var heppið, at eg slapp úr Bangkok. Tað var heldur ikki við tung­um sinni, at eg fór hagani.
Eg fór hagar við teimum bestu vónunum um, at tað vildi ganga mær væl, og eg fór haðani í teirri góðu trúgv, at tað fer at ganga mær betri í Amerika.
“Den dag vi rejste fra Kasichang var Vejret ogsaa stygt, en gruelig Regn og Mørke, saa jeg ikke engang kunde kaste et sidste venligt Blik paa Indineer Addesons hus, hvor jeg havde haft saa mange glade timer, eller mit Kjøkken, hvor jeg har lavet saa megen god Mad til Kongen og Kommandeuren og andre, og hvor jeg har arbejdet med Lyst og Tak­nemlighed og faaet Utak derfor.”
Hetta bendir á, at tað ikki bert hevur gingið eftir vild.

9. oktober
Í fyrradagin komu vit úr Sunda­strætinum og eru nú í ”passat­vind­inum”. Tann góði og javni land­nyrðingurin gevur skipinum eina góða ferð. Tað tók okkum ein mánað frá Siam til Sundastrætið. Tá ið vit komu mót strætinum, kom umborð ein rúgva av fólki, sum vildi handla við øllum møguligum. Her kundi fáast alt frá pappageyki, apikøttum, eina urketu og fruktir sum ananas. Hetta stóð uppá í tveir dagar.
Vit lógu til akkers í eitt sam­døgur, fingu vatn og reinsaðu utt­an­borða.


17. oktober
Apan hjá 1. stýrimanni datt fyri borð og druknaði. Tað var kanska líka frætt fyri hana. Hon hevði utt­an iva seinni farið sama veg, men tá við einum steini um hálsin!

21. oktober
Eg havi lagt míni europeisku klæði at turka í sólini. Síðan verða tey pakkað í mína kistu. Tey eru fram­vegis í so góðum standi, at eg kann fara til sjónleik í teimum, um so skal vera.

22. oktober
Tá ið skiparin gevur okkum átalu, kalla vit tað at fáa eina sigar. [Hetta hevur eisini verið brúkt umborð á før­oyskum skipum heilt til nýggja tíð].
Annars er arbeiðstíðin frá kl. 4 morgun til kl. 7 á kvøldi. Skip­ar­an­um dámar einki, um vit taka okkum av løttum inn ímillum.

8. november
Í dag eru fimm ár liðin, síðani eg fór úr Danmark til Føroya at arbeiða hjá abba. Ja, tað er ógvuliga ótakk­samt at vera kokkur. Nøkrum menn­­­iskjum ber til at tekkjast, men við sama mati dag um dag kunnu øll gerast misnøgd.

15. november
Í dag fara vit fram við kappan Góða Vón, sunnast í Afrika, men vit síggja tíverri ikki land.
Nú eru vit komnir úr Indiska Havinum í Atlantshavið, landsynn­ings passatvindurin er okkum til vildar.

16. november
Skiparin er ein merkiligur maður. Hann hevur verið gronutur alla tíðina síðani vit fóru frá Siam, men seinastu vikuna hevur lagið verið av tí besta. Tað er munur á, sum tað er lættari á tann hátt.

12. desember
Nú nærkast jólum, og tey fara vit at halda onkustaðni í Atlantshavinum. Men eg leggi einki í, hvar vit halda jól, bara eg sleppi at sita einsamallur og hugsa um heimið og tey fegnu systkin og foreldur sum hugna sær har heima.
“Det er grumsomt at ligge paa Havet Maaned efter Maaned. Man savner alt, gode Mad og pæne Klæ­der, ny og stor Omgangskreds, savn­er kvindelige Væsener til Hygge og Opbyggelse.”

Jólaaftan
Neyðars sjómaður. Skiparin segði í dag, at hann hevur verið giftur í 16 ár men bara verið heima tvær ferðir jólaaftan.

30. desember
Nú er annað svínið, sum vit hava umborð slaktað, og hetta hevur volt mær nakað av trupulleikum. Eg havi gjørt blóðpylsu fyrstu ferð í lívinum. So nú liva vit av svína­úr­dráttum. Vit komu framvið oyggja­bólkin Azorurnar í dag. Alt sum í minsta mun kann minna meg um Føroyar ger meg í góðum lag. Nú fer eisini at kølna í veðrinum og vit mugu lata okkum í eftir tí. At hugsa sær til, at eg enn eigi føroyskar sokkar og eitt noða, sum eg fekk frá mammu fyri fýra árum síðani!

7. januar 1895
Tað gongur smátt við skrivingini. Vit hava havt mótvind og stilli og lagið er ikki so gott. Tað er tó ein uggi, at vit eru ikki teir einastu í somu støðu. Vit signaliseraðu í gjár við eina enska bark, sum er komin frá Australia, og í dag við eina bark, sum kemur úr Suðuramerika. Vit liggja her og reka saman við 10 øðrum skipum, sum skulu sama veg sum vit. Í dag resta 16 stig í longd­ini og fýra í breiddini til at røkka Queenstown. Vit kunnu náa hagar eftir fýra samdøgrum, um vit fáa vind.

8. januar
Endiliga góður vindur, og hon siglir sínar átta míl. Í dag geri eg blóð­pylsu.

13. januar
Barometrið vísir meira enn ork­an, men enn merkist einki til nak­að. Springarar fylgja skútuni í hundr­að­tali. Nú hava vit loddað. Dýpið er 100 favnar. Himmalin er ljótur, og manningin óttast veðrið, ið er væntað.

14. januar
Endiliga eru vit í havn og sluppu undan illveðrinum. Barometrið stend­ur enn lágt. Suðurendin av Írlandi er vakur við uppdyrkaðum bøi. Loðsurin kom umborð kl. 10, og kl. 12 ankraðu vit eftir at hava verið í sjónum í 124 dagar. Skómakari og skraddari hava verið umborð, og eg havi keypt einar stivlar, einar buksur, trý pør av sokkum, sápu, ein pípu og ein knív. Skiparin er í landi. Kanska kemur hann umborð við brøvum.
Eg hoyri, at russiski keisarin er deyður. Ein onnur norsk bark, sum fór úr Bangkok 14 dagar undan okkum, er ikki enn framkomin. Tað liggja fleiri stór seglskip á redini. Enn eru eingi boð komin og eingi tíðindini heldur.

20. januar
Nú hava vit skjótt ligið her av­byrgd­ir í eina viku, men enn havi eg ikki verið í landi. Øll hini skipini eru farin úr havnini, men enn hava vit eingi boð fingið um, hvat skal gerast. Tað er vist ikki nógv at síggja her. Hin gamli, skiparin, hevur gron og klagar um alt, sum fyrr var í lagi. Eg haldi, at vit báðir hava ynski um at skiljast frá hvørjum øðrum sum skjótast. Eg veit nú ikki, hvat ið hann hevur ímóti mær.
Eg havi brúkt hýruna fyri ein heilan mánað at keypa neyðug klæði, ja, pengarnir rulla.
Eg havi gjørt butterdeiggj, og haldi at hetta er eins leskiligt, sum tá ið eg arbeiddi í Keypmannahavn, men gamla orðið ”hvad man i Ung­dom­men nemmer, man ikke i Alder­dommen forglemmer” hevur víst seg at standa sína roynd.

24. januar
Ì morgun lættu vit akker at fara til Newcastle í Onglandi. Har skulu vit lossa, og eg skal fara í land. Eg fekk ikki sæð so nógv av Írlandi. Queenstown er mótsatt so nógvum øðrum enskum býum fríur fyri kolroyk, men býurin er ikki serliga vakur.

26. januar
Í morgun kl. 4 fóru vit framvið Dover. Hetta er aðru ferð í lívinum. Tað gekk væl og skjótt at koma gjøg­num Ermasund, men dekkið er avkavað.

27. januar
Tað er stuttligt at síggja allar slupp­irnar, sum liggja her og fiska. Hetta vekir gomul minni. Tær eru einar 20 í tali. Her frystir, men eg toli væl kuldan og eri væl fyri.
Hervið er henda frásøgnin liðug við komuna til Newcastle

So til Amerika
Henda ferðin hevur nú til sam­ans vart í hálvan fimta mán­að. Nú fer Frants til Keyp­manna­havn­ar. Hað­ani fer hann við ferða­manna­skipi til New York, og haðani heldur ferðin fram til mammu­beiggjan Frants í Nicaragua. Tað er fyrr greitt frá hes­um í Miðvikuni.
Frants kemur heim aftur í 1901 og giftist við Julinu úr Bø, systir Zakaris Heinesen, sum var giftur við Karolinu, systir Frants. Frants hevði verið nakað vátligur, men nú gjørdist hann virkin fráhalds- og missiónsmaður, sum saman við Linu var kendur fyri gávumildni og rættsinni. Frants var ein teirra, sum tók stig til sjómansheimið í Havn. Frants doyði í 1933, 62 ára gamal.
---

Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá manni, sum hevur verið á sjónum í 60 ár.