Fredriksen: - Danir hava einki at skammast yvir

Mynd: Polfoto

Danmark hevur seinastu vikuna verið undir hørðum atfinningum frá altjóða samfelagnum fyri herdu lóggávuna innan teirra friðskjólapolitikk.


Hóast tað er borgarliga stjórnin, ið eigur uppskotið, so hevur tað eisini vakt ans, at forkvinnan fyri Sosialdemokratarnar, Mette Frederiksen, tekur undir við uppskotinum.


Í sendingini Vi ses hos Clement, ið verður send á DR2 í kvøld, leggur Mette Frederiksen dent á, at danir ikki hava nakað at skammast yvir.


- Vit hava fingið vita, at hetta er ein atburður, ið ikki sømir seg. Tað er ein støðutakan, ið eg ikki eri samd við. Vit taka í dag móti flóttafólkum, og tað halda vit fram við at gera. Men sjálvandi skulu vit eisini fíggja okkara vælferðarsamfelag, endurgevur DR.dk hana fyri at siga í sendingini, ið verður send í kvøld.


Til ber at síggja alla samrøðuna við Mette Frederiksen á DR2 klokkan 20.30 í kvøld. 

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto