Fredrikstad flytur upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

Bæði Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð skoraðu tá Fredrikstad vann stórsigur 4-0 á Åsane á útivølli

Mynd: Fredrikstad Blad

In.fo kann ynska Mikkjali Thomassen, Brandi H. Olsen og Jóannesi Bjartalíð hjartaliga tillukku.

 

Fredrikstad verður, ið hvussu er nummar tvey í næstbestu norsku fótbóltsdeildini og flytur tí upp í bestu norsku fótbóltsdeildina komandi kappingarár.

 

Fredrikstad vann í dag stórsigur 4-0 á Åsane á útivølli í Bergen.

 

Fredrikstad kom á odda í 12. minutti við einum sjálvmáli. Í 26. minutti økti Brandur til 2-0. Jóannes økti til 3-0 tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Riki Alba sigurin.

 

Samstundis tapti Kongsvinger á triðja plássi 1-2 fyri Start í Kristiansand. Úrslitið merkir, at Kongsvinger við 43 stigum kann ikki longur røkka Fredrikstad sum hevur 57 stig á fremsta plássi. Bert 12 stig eru eftir at spæla um. KFUM Oslo er nummar tvey við 50 stigum, so Fredrikstad hevur góðan møguleika at vinna deildina.

 

Fredrikstad hevur ikki verið í bestu deildini í 11 ár, so Mikkjal Thomassen er fólkahetja í býnum nú saman við Brandi, Bjartalíð og hinum leikarunum. Eitt flott føroyskt bragd, ið er framt í norskum fótbólti. 

 

Mynd: Fredrikstad Blad