Tvey føroyingalið hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini.
Talan er um Fredrikstad, ið hevur Brand Hendriksson og Jóannes Bjartalíð í hópinum, og Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara.
Hitt liðið er liðið hjá U21-landsliðsleikaranum, Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF.
Norska fótbóltssambandið hevur trekt lut, og gjørdist lutakastið til fjórðingsfinalurnar hetta:
Vålerenga - Fredrikstad
Sandnes ULF - Levanger
Strømsgodset/Lillestrøm - Molde
Stabæk - KFUM Oslo
Vålerenga spælir í næstbestu deildini, so tað skuldi verið ein góður møguleiki hjá Fredrikstad at vunnið seg í hálvfinalurnar.
Levanger spælir eins og Sandnes ULF í næstbestu deildini.
Fjórðingsfinalurnar vera ikki spældar fyrrenn 6. oktober. Hálvfinalurnar vera spældar 30. oktober, og finalan verður spæld á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 7. desember.