Fredrikstad, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara spældi eisini í dag ein dyst í Atlantic Cup í Algarve í Portugal.
Fredrikstad spældi móti Real Salt Lake, ið spælir í bestu amerikonsku fótbóltsdeildini, Major Soccer League.
Real Salt Lake vann dystin 1-0 við einum brotssparki, ið Anderson Andres Julio Santos setti í netið 10 minuttir undan steðginum.
Brandur H. Olsen byrjaði inni fyri Fredrikstad í dag, meðan Jóannes Bjartalíð ikki var í hópinum í dag.
Real Salt Lake hevði seks royndir á málið hjá Fredrikstad, meðan Fredrikstad bert hevði eina roynd á málið hjá Real Salt Lake.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum:
##med2##
Fríggjadagin klokkan 16 spælir Fredrikstad dyst í somu kapping móti danska superligaliðnum, FC Midtjylland.
Klokkan 13 fríggjadagin spælir Real Salt Lake dyst móti KÍ.