Fredrikstad vann á oddaliðnum í donsku superliguni

Leikararnir hjá Mikkjali Thomassen knógvaðu í dag FC Midtjyllandi

Frederikstad sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Brand H. Olsen og Jóannes Bjartalíð í hópinum vann í dag ein flottan sigur í Atlantic Cup niðri í Portugal.

 

Fredrikstad vann 1-0 á oddaliðnum í donsku superliguni, FC Midtjylland. Stian Molde skoraði sigursmálið tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Brandur kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 72 minuttir vóru leiktir. Jóannes er uttanfyri við einum skaða. 

 

FC Midtjylland hevði bóltin 59 prosent av tíðini, men Fredrikstad kom til fleiri størri málmøguleikar, og har eydnaðist at taka av tí eina.

 

Í somu kapping hevur Fredrikstad vunnið 3-0 á svenska liðnum, Elfsborg, og teir hava tapt 0-1 fyri Real Salt Lake úr USA.

 

Komandi fríggjadag spælir Fredrikstad venjingardyst móti Vålerenga. Vålerenga flutti niður úr bestu fótbóltsdeildini í Noregi farna kappingarár.