Freedom aftur til Føroyar

DJ Freedom kemur nú aftur til Føroya. Komandi vikuskiftið fer hann at hava tvær konsertir. Eina í Klaksvíkar Klubba og eina í mentanarhúsinum í Fuglafirði

Klaksvík:
DJ Freedom verður nú aftur at síggja í Føroyum. Hann kemur til Føroyar at hava tvær konsertir komandi vikuskiftið. Tað er Havgrímur Johannesen og Platform, sum hava heitt á hann at koma aftur hendanvegin. Hann var herheima í fjør. Tá var hann í TB húsinum og í Platform. Báðar konsertirnar tá vóru útseldar, og fólk lótu væl at. Men havnafólk verða tó ikki heilt snýtt fyri Freedom hesuferð. Hann kemur uppaftur til Føroya um einar tvær ella tríggjar vikur, og tá fer hann at hava tvær konsertir í Platform.
Freedom kemur til Føroya í kjalarvørrinum at sínari fyrstu fløguútgávu, sum hevur fingið heitið Hang On. Hann hevur júst lagt ta seinastu hondina á útgávuna, sum uttan iva hevur fleiri góð hitt, sum fara at dundra út úr hátalarum í flestu diskotekunum í ríkinum.
Hang On var somuleiðis tað fyrsta hittið, sum hann kom fram við. Hann hoyrdi henda sangin fyrstu ferð í einum lítlum býi, har hann var DJ, og hann hoyrdi beinanvegin, at her var ein sangur, sum kundu verða eitt stórt hitt, um ein gjørdi okkurt við hann fyri at poppa hann upp eitt sindur. Og rætt fekk hann, tí Hang On reyk beinleiðis upp á toppin á danska dans-chart listanum og varð liggjandi har í heilar 21 vikur. Síðani gav hann eitt annað lag út, sum eitur Susanna, og tað fekk líka so góða móttøku, og var atkvøtt beinleiðis inn á eitt 10. pláss á danska dans-chart listanum, sum DJ-arar í Danmark atkvøða til.
Sum sagt, so verður Freedom at síggja í Klaksvíkar Klubba fríggjakvøldið og í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Atgongumerki fáast við dyrnar, sum verða opnar frá klokkan 23 til 04.