Fregnir uttast til høgru

Oddagreinin í Fregnum í síðstu viku við yvirskriftini "Arbeiðarafjøldin misleidd" var ikki tespiligur lesnaður. Eitt er at oddagreinin partvís var eitt álop á Javnaðarflokkin, men tað sum verri er, var sjúkliga og hatska álopið á arbeiðarafjøldina, fakfeløg og fakfelagsleiðarar tess. Onki navn stóð undir oddagreinini, sum er sera ússaligt, tá man legst eftir navngivnum fólki á sera niðrandi hátt. Nakrar dagar áðrenn Fregnir kom út, møtti eg einum av føstu oddagreinsskrivarunum á blaðnum, og hann gav mær, Javnaðarflokkinum, arbeiðarafjøldini og leiðarum tess av grovfílini við somu sjónarmiðum og við somu dømun sum í oddagreinini. Hann kann tó neyvan hava skrivað oddagreinina, tí hann er m.a. kendur fyri sína mótsstøðu ímóti teimum í goyma seg aftan fyri dulnevni, ella hvussu?
Tey, sum vilja fakfelagsrørsluni væl og allir demokratar eiga at lesa oddagreinina, um tey ikki longu hava lisið hana. Eg leggi ikki í at endurgeva úr henni, men hon sigur nakað um eina ótespiliga gongd í samfelagnum. Niðurstøðan í greinini var, at løgtingið átti at skerja valdið hjá demokratiskt valdum fakfelagsleiðslum, ið sambært dulnevnda høvundan, fremja undirgravandi virksemi. Fregnir, ið má roknast sum málgagn hjá fullveldisvonginum, eggjar sostatt sínum løgtingsumboðum til at skerja einasta veruliga vápnið, ið arbeiðsfólk eiga, demokratiska rættin at fara í verkfall.
Arbeiðsfólki og øðrum skilafólki nýtist tíbetur ikki at lata seg villleiða av fullveldisblaðnum og slíkum, ið altið skíra stríðið hjá arbeiðsfólki fyri betri korum fyri undirgravandi virksemi. Arbeiðara- og fakfelagsrørslan hevur frá byrjan av, gingið á odda í stríðnum fyri betri og rættvísum korum hjá fjøldini. Søgan um hvussu rørslan mentist og tann demokratiska sosialistiska hugsjónin, vóru andaligi førningurin og drívmegin. Tann veruleikin er væl og virðiliga dokumenteraður og letur seg ikki redigera av Fregnum og tess spinndoktarum.
Skulu vit tosa um at undirgrava, so eru tað júst slíkir, sum hesin feigi oddagreinsskrivarin, ið situr dulnevndur í skímaskoti, ið undirgrava demokratiið.
Ágangurin á fakfeløg og vunnin rættindi, bæði rættindi á arbeiðsmarknaðinum og politisk rættindi, hevur altið verið stórur og verður ikki minni framyvir, sum oddagreinin í Fregnum ber boð um.
Demokratisk rættindi, ið arbeiðsfólk og arbeiðaraflokkar hava stríðst seg til í felag, mugu tí eisini í framtíðini verjast og mennast í felag og enn er langt á mál og nógv at stríðast fyri, áðrenn vit øll m. a. hava javnbjóðis rætt til arbeiði, útbúgving, bústað og til at liva og virka í heilsugóðum umhvørvi.