Frei úti úr EM

Tárini fingu frítt at fara, tá Alexander Frei beint fyri hálvleik í setunardystinum noyddist av vøllinum. Í nærdysti snaraðist knæið hjá vandamikla áleyparanum, og alt bendir á, at hann ikki verður førur fyri at spæla hesu megin EM-endaspælið. Fyri Sveis var talan eisini um dyggan smeit. Frei er liðskipari hjá vertstjóðini, og hann er eisini maðurin, sum hevur skotið flest landsliðsmál í sveisiskari fótbóltssøgu. Onkur teirra eisini ímóti Føroyum.