Freistin at bíleggja Eiler longd!

Tíðindaskriv

 

Nógv fólk hava í stillu viku og eftir páskir ringt og gramt seg um, at tey vita seg ikki at hava fingið bíleggingarseðilin við postinum til endurminningarnar I og II hjá Eiler Jacobsen, Skálvíksdrongur Sildarkongur.

Av tí at prentaða upplagið á bókunum helst skal svara á leið til talið á bíleggingum, hevur forlagið gjørt av at ganga teimum mongu áheitanunum á møti og at leingja freistina fyri innlating av bíleggingarseðlum til at galda hesa vikuna út.

Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í hesi vikuni verða lýsingar í bløðunum, sum til ber at klippa bíleggingarseðilin úr, lata postboðnum ella leggja hann í postkassan. (Forlagið rindar postgjaldið).

Henda seinkanin í bíleggingunum ger, at fyrra bind av bókini verður 1-2 vikur seinkað og kemur út fyrra part av mai.