Watson hevur sambært fjølmiðlum lisið kommunikatión á universiteti. Hann dugir væl at tosa við fjølmiðlar og onnur og fær harvið umvent nakað av fólki til sína søk. Hesin sami Watson kemur so til Føroya og fortelur føroyingum, at teir eru ómoralskir, ósiviliseraðir, og at teir bróta altjóða lóg. Tað má sigast at vera eitt sindur ódámligt, at ein frammandamaður kemur inn í føroyskan sjógv og sleingir so grovar ákærur móti okkum føroyingum.
Hóast Watson fær umvent nøkur, tíbetur ikki øll, í sínum heimlandi, so nytta hansara kommunikatiónseginleikar ikki nógv í Føroyum. Trupulleikin hjá Watson er, at hann og hansara eru frelst í sínari hugsan um føroyska barbarismu. So at siga hvørt einasta mansbarn í Føroyum harímillum eisini Føroya Landsstýri og Føroya Løgting eru á einum máli um, at krøvini, ið Watson setir eru sera órímilig. Hóast hettar, so steðgar maðurin ikki á og hugsar um, um hann kanska er ov framligur í sínum krøvum ella roynir at síggja spurningin frá sjónarmiðunum hjá mótpartinum. Grundin til, at hann ikki ger hettar er, at hann er frelstur í síni søk, og einki vit føroyingar siga ella gera kunnu broyta hugsan ella ætlan hansara.
Vónandi verður ikki rok burturúr Watson vitjanina hesaferð. Rok og fjølmiðlaumtala er tað, ið Sea Sheperd felagsskapurin livir av. Nógv fjølmiðlafólk eru umborð á Ocean Warrior, og onkur av teimum skilti ikki rættiliga, hví tey ikki sluppu á land í Føroyum, men tað má sigast at vera løgið at ferðast á einum skipi við einum skipara, ið tey vita hevur sokkið hvalabátar og ikki kann sleppa inn í nakað Norðurland. Onkur átti ivaleyst at forbarmað seg yvir hesi fólk og sent teimum eina ferðaætlan hjá Atlantsflog ella Smyril Line fyri at vísa teimum á farleiðir til Føroya, um tey hava hug at hitta føroyingar og síggja málið úr einum føroyskum sjónarhorni.
Grindamálið er eitt mál, har føroyingar standa sum ein maður. Kunning er góð, men vit mugu bert staðfesta, at í hvalaspurninginum eins og í øðrum spurningum eru fólk sum Watson, ið eru frelst í málinum, soleiðis at einki, ið gjørt ella sagt verður, rínir við. Ein maður sum Watson dugir eftir øllum at døma ikki at síggja málið við føroyskum eygum, hóast ein heil tjóð tykist vera samd ? bara tað í sær sjálvum átti at verið nóg mikið til at fingið slíkar at steðga á og hugsa seg um enn einaferð.