Frem vann pliktsigur

Frem spældi í gjár ímóti botnliðnum Brønshøj í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og Frem vann tann væntaða sigurin. Úrlitið gjørdist 4-1, og Wassim El Banna og Martin Jeppesen skutu tvey mál hvør. Jónas Tór Næss spældi allan dystinum sum høgri bakkur, meðan eykamálmaðurin Gunnar Nielsen ikki kom á vøllin. Frem liggur nú nummar 8 av 16 liðum í donsku 1. deild, men tað er tætt millum liðin í miðjuni á stigatalvuni, og tí er skjótt at fara nøkur pláss fram ella aftur.