Fremad Amager ikki til at steðga

Sunnudagin spældi Fremad Amager aftur í donsku landskappingini í fótbólti. Dysturin var ímóti Værløse, og Fremad Amager vann dystin 2-1. Hetta var sætti sigurn á rað í 2. deild eystur, og Fremad Amager liggur á odda í deildini. Fremad Amager legði seg á odda 2-0, men tá ið Lennart Lynge Larsen síðani bleiv útvístur, mátti Fremad Amger arbeiða sigurin heim. Tað gekk, og føroyska felagið á Amager hevur beina kós ímóti 1. deild.