Eftir at tað haltaði eitt sindur hjá teimum í fyrstu umførunum í nýggju kappingini, so gongur tað nú rættuliga væl hjá Fremad Amager. Mikukvøldið spældu teir á heimavølli útsettan landskappingardyst móti Herfølge. Fremad Amager vann 2-1, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri 1-0. Sigursmálið fingu teir tríggjar minuttir undan leikloki. Sigurin ber við sær, at Fremad Amager hevur tíggju stig og er á triðja plássi.
Andrew av Fløtum er á lønarlistanum í Fremad Amager, men í løtuni ber tað honum orsaka av skaða ikki til at gera nakra nyttu á vøllinum. Á tveimum teimum ovastu plássunum eru eftir fimm umfør Fredericia, sum hevur tólv stig, og Lyngby, sum hevur trettan stig.