Fremst innan hitapumpur

LÝSINGARTILFAR


Clement Christiansen var fyrsta fyritøka, sum kom á føroyska marknaðin við hitapumpum. Talan er um eina handverkarafyritøku, sum fæst við at selja og uppseta

hitapumpur og vatnkølarar, og fyrstu hitapumpurnar vóru seldar í Føroyum fyri fimm árum síðani. Fyri stuttum yvirtóku tey eisini umboðið av Water logic vatnkølarum.


Orkusparan og luftreinsan

Fyritøkan umboðar Panasonic, Mitsubishi og Dakin hitapumpur, sum allar eru

framleiddar til okkara veðurlag. Tær eru eitt nú testaðar á tí svenska og

danska  teknilogisku Instituttunum.

Umframt orkusparandi eru hitapumpurnar eisini betri fyri inniklima, tí tær

reinsa luftina. Fólk við allergi hava tí serliga gleði av pumpunum.

Clement Christiansen hava bæði tær sokallaðu luft til luft hitapumpurnar og luft til vatn hitapumpurnar.


Luft-til-vatn ella luft-til-luft

Tá ein umhugsar at fáa sær luft til vatn hitapumpu, má ein verða sera varin

við at seta hana í verandi hús,  tí ein vanligur oljufýrketil gevur ein

hita um 70 til 80 gradir, meðan ein luft til vatn hitapumpa gevur eini 50

til 55 gradir.

Luft til vatn hitapumpur eru fínar til nýggj hús við møguligum gólvhita

og har radiatorarnir eru dimisioneraðir til hetta. Men í verandi hús gevur

hitapumpan ov lítilan hit frá sær. Fyri at bøta um tað mugu allir

radiatorarnir býtast við størri.


Kølarar sum reinsa vatnið

Water Logic vatnkølarir eu væl umtøktar maskinur, ið er eitt heilt reinsiverk í sær sjálvum. Vatnið verður reinsað og UV strálað og kølt niður. Harumframt er eisini møguleiki at brúka kølarnar til vatn til brús og heitt vatn.

Tað eru eitt nú nógvir skúlar á bygd, ið ikki fáa reinsa vatn, sum brúka

vatnkølarnar.


Góðkendir kølimontørar

Fyri at uppseta hitapumpur, sum eru eitt speglvent køliannlegg,  krevst

góðkenning sum kølimontør frá Arbeiðseftirlitinum, hesa góðkenning hava Clement Christiansen.

Hava fólk spurningar um vatnkølarnar ella um hús teirra eru best egnaði til luft-til-luft ella vatn-til-luft hitapumpur, eru tey vælkomin at vitja básin hjá Clement Christiansen á Byggimessuni. Meira fæst eisini at vita á heimasíðunum www.hitapumpur.fo  og www.waterlogic.fo


Dorit Hansen