Í kvøld klokkan 21:35 sendir sjónvarpið hjá Kringvarpnum DR2 Tema um fremstu frú Danmarkar, Sólrun Løkke Rasmussen.
Fremsta frú er eitt temakvøld um at vera gift við landsins valdsmesta manni. Tað krevur nakað heilt serligt at vera fremsta frú. Roknað verður við, at hon stendur við mansins lið alment, á uttanlandsferðum og við móttøkur.
Tað er heldur ikki tað sama, hvat hon fer í, og hvat hon sigur og ger. Hon skal duga at bera seg á bonaðum gólvum, í fjølmiðlum og allarmest skal hon stuðla manninum, tá ið gongur við, og tá ið gongur ímóti.
Fremsta frú Danmarkar eitur Sólrún Løkke Rasmussen. Hon er ættað úr Føroyum og hana skulu vit síggja í sending við so frægum fremstu frúum sum Michelle Obama, Jackie Kennedy og Anne-Mette Rasmussen, Lone Dybkjær og Anne-Marie Vessel Schlüter, sum allar tríggjar eru giftar við fyrrverandi forsætisráðharrum.