Undir heitinum »Lat tøgnina tala« skipar Friðarbogin fyri mótmælistiltaki um middagsleitið í morgin á Tinghúsvøllinum
Friðarbogin mótmælir, at sitandi samgonga hevur bundið seg til ikki at taka upp sonevnd etisk mál, tí flokkarnir eru ósamdir á ymiskum økjum.
- Tað er ódemokratiskt at niðurbinda løgtingið á henda hátt, og áttu tingfólk í hvør sínum lagi í verki at sýnt, at hetta taka tey ikki undir við, sigur Friðarbogin.
- Vit í Friðarboganum vilja fegin leggja dent á, at mótmælistiltakið er alment fyri øll óansæð politiska sannføring, trúgv húðarlit, ættarslag ella kynsliga ábendingm, siga tey.
Friðarbogin harmast sjálvsagt um, at samgongan bindur seg til ikki at tryggja samkyndum nøkur sjálvsøgd borgarlig rættindi, men mótmælistiltakið fevnur kortini víðari enn hetta. Mótmælistiltakið er m.a. fyri at verja fólkaræði, sum vit øll í Føroyum virðismeta.
- Vit vóna at nógv fara at møta upp mikudagin 20. feb kl 12:00-13:00 á tinghúsvøllinum í Tórshavn, sigur Friðarbogin.