Friðarheiðurslønirnar handaðar

Forsetin í Liberia og tvær friðarkvinnur úr Liberia og Jemen hava í dag verið í Oslo og tikið ímóti Nobel-friðarheiðurslønini, sum tær hava fingið fyri at vísa, hvussu kvinnur kunnu ganga undan fyri friði og demokratii í londum, sum eru merkt av kríggi og kúgan.

-Tykkara avrik vísa, at tað er ein ávís meining í tí kinesiska orðatakinum um, at kvinnurnar bera helmingin av himmalhválvinum uppi, segði formaðurin í norsku Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland, tá hann handaði teimum heiðurslønina.

Liberiski forsetin, Ellen Johnson Sirleaf, landskvinna hennara Leymah Gbowee og Tawakkul Karman úr Jemen fingu hvør sítt heiðursskjal og hvør sítt heiðursmerki úr gulli umframt hvør sín triðing av teimum 10 milliónum svensku krónunum, sum heiðurslønin er.