Seinasta nátt var tann friðarligasta, síðani ófriðurin kyknaði í Keypmannahavn hósdagin. Burtursæð frá einstøkum samanbrestum millum mótmøælisfólk og løgregluna hevur tað verið rættiliga friðarligt í Keypmannahavn tað seinasta samdøgrið.
Politiken skrivar í dag, at tey, sum nú eiga ungdómshúsið á Nørrebro, hava gjørt av at taka tað niður. Felagsskapurin Faderhuset, sum nú eigur ungdómshúsið, sigur, at húsini eru í verri standi, enn eigararnir høvdu roknað við.
Keypmannahavnar kommuna hevur givið loyvi til at taka húsini niður, og løgreglan hevur sagt, at hon tekur undir við tí. Hinvegin hava fleiri handverkarafeløg boðað frá, at tey fara ikki at lata síonar limir taka lut í arbeiðinum.