Í Suðuroy hevur ongin ófriður verið um vikuskiftið. Av Tvøroyri sigur vakthavandi, at vikuskiftið hevur verið friðarligt og dýggjvátt.
Harðskapur í Havn
Ein fráboðan var um harðskap í Tórshavn um vikuskiftið, har maður varð meldaður til løgregluna. Fleiri fráboðanir vóru um harðskap, men stríðsmálini vórðu loyst í semju. Løgreglan í Havn tók eisini tveir rúsaðar persónar inn at sova um vikuskiftið.
Húsaófriður
Umframt tað var ein fráboðan um húsaófrið. Og so var tað maður, sum spældi sær av við koyrikortið í Kaldbaksbotni, tá hann fekk bilin upp á 122 kilometrar um tíman. Hetta hendi leygarmorgunin. Í ferðsluni var annars eitt ferðsluóhapp í útkantinum av Havnini, tá ein maður koyrdi við kenning og rendi á.
Skerpað eftirlit í Vágunum
Í Sandavági var herverk um vikuskiftið, tá steinar vórðu kastaðir á hús. Lítil skaði stóðst av herverkinum. Í samband við 11. september boðar løgreglan í Vágunum frá, at skerpað eftirlit var við flogferðsluni, men at onki var at hefta seg við.
Bátur fekk motorstegd
Úr Runavík frætta vit, at vikuskiftið hevur verið friðarligt. Ein bátur, Borgin, fekk leygarmorgunin motorsteðg og var í vanda fyri at renna á Gøtunes. Borgin sendi neyðrakett upp í loft, og góðan hálvan tíma seinni var skjóttgangandi gøtubáturin Sporið á staðnum. Klokkan fýra leygarmorgunin kom Borgin trygt og væl í havn