Fríggjakvøldið í Klaksvík spældi væl av, hóast Klaksvík var tvífaldað í fólkatali og einu løtuna var størri enn Havnin. Av Løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at eingir stórvegis trupulleikar vóru.
Nakað fitt av fólki hevði tungt við at finna heim, og nógv vóru tí koyrd heim, meðan summi svóvu á støðini. Onkur smávegis bardagi var eisini, men enn hevur eingin meldað harðskap, so enn er ikki greitt, um hetta verður til løgreglumál.
Tveir bilførarar vóru tiknir fyri rúsdrekka koyring.