Friðing
Nú verður tað eisini ein politiskur spurningur, um havbotnurin framvið Tinganesi skal friðast ella ikki.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at hann nú fer at taka málið um at friða havbotnin framvið Tinganesi upp á politiskum stigi.
Tórshavnar Býráð hevur ætlað at gera atløgupláss til nýggja Smyrli á Bursatanga, beint uttaná, har Norrøna liggur.
Men fyri at tað skal lata seg gera, verður tað neyðugt at sprongja á botninum framvið Tingenesi fyri at dýpa havnarlagið so at nýggi Smyril sleppur at.
Men tað dámar ikki Fornminnisfelganum og tí hevur felagið heitt á landsstýrismannin í Mentamálum um at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpdarkurvuna.
Fornminnisfelagið stúrir fyri, at spreingiarbeiðið, sum skal til fyri at kunna dýpa havnalagið, kann fara at skaða helluna og bygningarnar á Tinganesi, sum eru av okkara allarfremstu fornminnum.
Samstundis heldur felagið, at atløgubryggjan fer at oyðileggja heildarmyndina av Tinganesi.
Sostatt liggur málið nú í hondunum á Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.
Kann ikki bíða leingi
Jógvan á Lakjuni sigur, at fyribils hevur hann ikki havt sundir at seta seg inn í málið, tí hann hevur akkurát fingið tilfarið.
Men hann viðgongur blankt, at hetta verður eitt sera trupult mál at taka støðu til.
?Sama, hvør avgerðin verður, fer tað at fáa stórar avleiðingar.
? Verður avgerð tikin um, at geva loyvi til at dýpa framvið Tinganesi, kann tað fáa óbótaligan skaða fyri eitt av okkara sermerktastu, friðaðu økjum.
? Verður avgerðin, at økið skal friðast út á 10 metrar, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri suðuroyarsiglingina, sum er lívæðrin hjá suðuroyingum, tí so fær nýggi Smyril onki fast atløgupláss í Havn.
Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at hann nú fer at seta seg væl og virðiliga inn í málið saman við sínum embætisfólki í mentamálaráðnum.
Men hann sigur eisini, at eftirsum at talan er um eitt so álvarsligt mál, ætlar hann eisini at reisa málið í politiskt í landsstýrinum ella í samgonguni.
? So kunnu hinir flokkarnir í samgonguni eisini sleppa at siga sína hugsan um málið.
? Hinvegin ásannar hann eisini, at Tinganes er nakað heilt serligt og tað heldur hann eisini, at allir føroyingar halda.
Sostatt heldur hann, at hetta er ein ógvuliga trupul avgerð at taka, tí tað eru nógvar grundgevingar bæði fyri og ímóti.
Men so ásannar hann eisini, at tað verður eisini ógvuliga trupult at ganga ímóti sakkunnleikanum.
?Tá ið friðingarmyndugleikar mæla mær til at friða økið framvið Tinganesi, er tað trupult hjá mær, sum landsstýrismanni í mentamálum at ganga ímóti einum slíkum tilmæli.
?Vit eiga at taka øll sjónarmið við í eini avgerð, sigur Jògvan á Lakjuni og hann at ein avgerð verður tikin nakað skjótt.
I