Ófriður er eitt rák

Formaðurin fyri donsku Divisionsforeningen, Thomas Christensen, heldur at ófriður í sambandi við fótbóltsdystir í Danmark seinastu tíðina, kann verða eitt óheppið rák, sum fer at gera um seg næstu tíðina.

- Hetta er sera óheppið, og tí skulu vit nú tosa um, hvussu vit fáa frið og góða trygd á fótbóltsvøllunum í Danmark, sigur hann við Politiken.

Fleiri dømi hava verið um ófrið til dystir í Danmark. Mest umtalað hendingin var í sambandi við landsdystin millum Danmark og Svøríki.