Leiðslan á einum studentaskúla í Gøteborg hevur gjørt av at avlýsa skúlagongdina í dag. Orsøkin er, at í gjár vóru umleið 500 næmingar uppi í ófriði uttan fyri skúlan, har tey mótmæltu, at umleið 200 myndir av ungum gentum eru lagdar út á netsíðuna Instagram við orðum sum hora og øðrum niðurlátandi lýsingum.
Tey ungu vildu vera við, at tað var ein 17 ára gomul genta, sum hevði lagt myndirnar út, og at gentan var inni í skúlanum. Tey royndu at sleppa inn á skúlan, og tá løgreglan forðaði teimum, tveittu tey ungu grót og fløskur eftir løgregluni. Endin var, at 27 ung vórðu handtikin.
Tann 17 ára gamla gentan sigur við blaðið Expressen, at tað er ikki hon, sum hevur lagt myndirnar út á netið.
Myndugleikarnir bera ótta fyri, at ófriðurin fer at kykna aftur í dag, og tí hevur skúlaleiðslan gjørt av at avlýsa skúlagongdina.
Men tað er ikki bara í Gøteborg, at tað prutlar undir lokinum. Svenskir fjølmiðlar siga, at eisini aðrastaðni í landinum verður fylgt við, um myndir av ungum gentum koma út á netið.