Ófriður á Gamla Apoteki

Løgreglutíðindi

Leygarkvøldið fekk politistøðin í Havn fráboðan um, at ein maður stóð og sparkaði og bankaði uppá hurðina á Gamla Apotekið, har løgtingsmenn sótu í samráðingum. Hesin maður var ónøgdur um okkurt, og var komin at gera vart við sína ónøgd við at órógva løgtingsmenninar.
Leygarkvøldið vóru tveir mans farnir til hendurs uttanfyri tingshúsið. Teir verða dømdir fyri brot á politiviðtøkuna, sum sigur, at tú skalt ikki elva til ampa ella ófrið. Annar av monnunum var fullur, og varð tí tikin inn á politistøðina at sova rúsin av sær.
Sunnudagin hevði ein fullur maður lagt seg inn í sólsentrið í miðbýnum at sova. Løgreglan kom á staðið, og rendi hann út aftur. Hetta kemur onkuntíð fyri, sigur vakthavandi á politistøðini, tí í sólmiðstøðini er jú bæði heitt og turt