Eftir tilmæli frá serliga bygningseftirlitinum hevur danska Slots- og Kulturstyrelsen tikið avgerð um at friða SAS Royal Hotel.
Tað sigur Slots- og Kulturstyrelsen í tíðindaskrivi:
Danska Slots- og Kulturstyrelsen friðar SAS Royal Hotel og tilhoyrandi flogfarstøðina eftir tilmæli frá Kulturstyrelsen. Kompleksið, sum varð bygt í tíðarskeiðnum 1956-1960 og sum Arne Jacobsen teknaði, er ikoniskur arkitektur á altjóða støði, sum samstundis sigur fleiri týðandi søgur um 1960-árini Danmark.
Eindarleiðari á Centre for Kulturarv, Mette Carstad, Slots- og Kulturstyrelsen, sigur:
»Kompleksið við bæði bygningum sum eru høgir og lágir er eitt ikoniskt meistaraverk, serliga orsakað av væl umhugsaða úttrykkinum av fasadunum við teimum klønu aluminiumsstrikunum og elegantu proportioneringini av brósta- og vindeygamodulunum." Harumframt eru bygningarnir ein livandi umboðan av stóru samfelagsmenningini, sum Danmark fór ígjøgnum í áratíggjunum eftir seinna heimsbardaga.
Sum myndugleiki eru vit tilvitað um, at húsið skal virka og fylgja við tíðini, og tað er – eins og við øðrum varðveitingum – avgerandi, at friðingarvirðini og menningin, sum ger, at tað møguligt nútímans hotellrakstur gongur hond í hond.
Felagið By & Land Danmark hevur tilnevnt bæði háhúsið og tilhoyrandi flogterminal til viðgerð hjá Det Særlige Bygningssyn, sum mælir Slots- og Kulturstyrelsen til friðing. Eftir samráðingar í tríggjar mánaðir er avgerð nú tikin um friðing.
Fakta:
SAS Royal Hotel teknaði Arne Jacobsen. Tað varð bygt í árunum 1956-1960. Meðan háhúsið var eitt hotell, varð ein partur av lága bygninginum upprunaliga settur upp sum flogterminalur, har ferðafólk kundu byrja og enda ferðina.
Við upplatingini í 1960 komu Royal Hotel og flogterminalurin fram sum eitt heildarverk, har allir partar frá bestikki, teppi, gardinur, innbúgvi og líknandi til alt byggningskompleksið vóru sniðgivnir av arkitektinum Arne Jacobsen. Tá ið byggingin varð bygdur, var SAS Royal Hotel hægsti bygningur í Danmark, og var tað til byggingina av Domus Vista í 1969.
SAS Royal Hotel og fyrrverandi flogfarstøðin hava m.a. fingið íblástur frá Lever House í New York – ein skrivstovubygningur á Park Avenue, sniðgivin av arkitektunum Natalie De Blois og Gordon Bunshafft úr Skidmore, Owens og Merril í 1950.