Fríða smíðar síni egnu hús

– Onkur vildi sagt, at hon er eitt konubrot. Onnur at hon er ein nútíðarkvinna, sum umboðar javnstøðu. Fríða Berg í Havn tók hamara og skrúvumaskinu í hond fyri at umbyggja teirra egnu hús

Fríða hevur altíð droymt um at umvæla síni egnu hús.

 

Í Sosialinum hetta vikuskiftið er stór samrøða við Fríðu Berg í Havn. Í Fjósagøtu 3 í eysturbýnum standa eini nýumvæld hús, og har búgva hjúnini Fríða Berg og Bárður Dal-Christiansen saman við trimum børnum teirra. Tað sermerkta við húsinum er, at Fríða hevur umvælt húsini – við góðari hjálp frá manninum og familju og vinum.

Hon hevur brotið veggir niður, sett teir upp av nýggjum og málað teir. Hon hevur sett køkin upp og pussað gólvini. Eisini hevur hon skift vindeygu – og tá tað er komið til tað grovara arbeiðið hevur Fríða heldur ikki hildið seg aftur, tí hon hevur, saman við øðrum, eisini grivið kjallaran út.

Fríða er útbúgving møblasnikkari og eftir lokna útbúgving arbeiddi hon í eitt ár sum møblasnikkari saman við tveimum, sum hon hevði lært saman við.

Innast inni visti Fríða, at hon vildi vera arkitektur, men hon hevði ikki dirvi til at lesa til arkitekt, fyrr enn hon hevði tikið útbúgvingina sum møblasnikkari, tí hon visti, at tað var so torført at koma inn á arkitektskúlan.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

Og í 2013 søkti Fríða sum 28 ára gomul til arkitet og slapp inn. 

Fríða Berg starvast sum arkitektur hjá teknistovuni Henning Larsen í Gøtu.

 

---

Lesið eisini í Sosialinum hetta vikuskiftið:

 

##med8##

##med9##

 

• Um hvussu Pauli fær hús síni upp fyri 1,6 milliónir krónur

 

• 10 teir dýrastu bústaðirnir í Føroyum

 

• Um Alfred og Pól Jóhannis, sum ætla verða bøndur

 

Í Vikuskiftinum kanst tú eisini lesa um 'Smiðjuna millum dreym og veruleika': Dreymurin og markamótið millum dreym og veruleika hevur altíð hugtikið fjølgávaðu listakvinnuna Rakel Helmsdal, sum hevur áhugaverda framsýning á Landsbókasavninum av verkum, sum eru liðug, men eisini í gerð...

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo