Friðaðu náttúruøki í Tórshavnar kommunu. 

Sjálvandi skulu vit kunna koyra við bilum og bussum í býnum og hava vegir og asfalt. Men menningin av býnum eigur at taka atlit at náttúruni og teimum tørvum, sum íbúgvarnir hava. 

Sum dømi ber væl til at leggja ein innkomuveg frá nýggja tunnilsmunnanum við Oyggjarvegin og oman til Marknagilsvegin uttan at gera av við Rættará. Økið varð upprunaliga friðað, tí tað var nakað serligt við hesi perlu. Nú er áin tornað, og margfeldni, sum har var, er burtur. 

Hetta er áin, sum liggur við størsta fólkaskúlan og størsta miðnámsskúlan í landinum. Har var rennandi vatn frá Rossagøtuni og oman móti Marknagilsvegnum. Nú er turt.  

“Jaman, vit fara at gera ánna aftur, tá ið vegurin er liðugur”, segði ein teirra í degi og viku herfyri. Ikki eiti á. Ein á, sum hevur tikið Várharra milliónir av árum at fáa til vega og skapa.

Annað dømi er Sundá. Tað hevði borið til at gjørt eina kei á Sundi við eini brúgv tvørtur um ánna, og soleiðis sloppið undan at gjørt av við sílini og annað margfeldni har var. Eg rokni við, at onkur í umsitingini hevur fortalt kommununi tað, men sakni grundgevingar fyri, hví tað ikki varð lurtað.

Tað hevði eisini borið til at bygt eina kirkju á Argum á einum vøkrum staði, uttan at gjørt seg inn á Sandá. 

Og tað ber væl til at geva bilferðsluni parkeringsmøguleikar uttan at broyta byggisamtyktina og soleiðis gera seg inn á seinasta grøna øki í miðbýnum.

Og soleiðis kundi ein blivið við. 


Táið tú stýrir menningini í einum býi, eigur tú at hava nakrar hugsjónir og virðir. Og so eigur tú at brúka fakkunnleikan til at hjálpa tær at náa tínum ynskjum.  Eg ivist ikki í, at øll sum sita í meirilutanum í býráðnum í Tórshavnar kommunu vilja kommununi alt tað besta, men eg sakni viðmerkingar, sum antin undirbyggja, hví farið verður fram, sum tað verður, ella umberingar, sum viðganga, at farið var altso fram eftir fummum. 


Til fyri kortum helt eg, at friðað náttúruøki í kommununi, var nakað, sum kommunan bara onki gjørdi við.  Nakað, sum kundi metast við heilagar náttúruperlur, skapt av Skaparanum til okkum menniskju at njóta og brúka við umhugsni og við virðing. 

Men nú eri eg farin at ivast. Og óttist fyri virðingini fyri Svartafossi, Sandá, Viðarlundina, og perlum í teimum smærru bygdunum í kommununi.  Øki, sum higartil í hugaheimi okkara ikki hava verið hugsningur um at gera seg inn á; eru nú - um hesi fáa somu viðferð, sum teirra javnlíkar -  í vanda fyri at verða slokin upp av áhugamálum, sum hugsa um annað enn náttúruna og annað enn um trivnaðin hjá borgarum. 

Um fakmyndugleikin verður tikin upp á ráð, veit eg ikki, men í omanfyri nevndu málum hevur hann neyvan verið tikin fyri fult. 

Hetta vóni eg, at eitt komandi býráð fer at gera nakað við.

/ Annitar á Fríðriksmørk