Útlendskir miðlar vita í kvøld at siga, at argentinska stjórnin í nátt fer boða frá, at alt landið fer at halda frí í morgin.
Tað skrivar eisini argentinska ávísin, Minutouno.
Orsøkin til frídagin er, at Argentina skal hátíðarhalda HM sigurin.
- Týsdagin fara leikarar, venjarar og stuðulsapparatið at hátíðarhalda og vísa fólkinum í høvuðsstaðnum, Buenos Aires, HM-steypið.
Minutouno skrivar, at landsins forseti, Alberto Fernández, fer at undirskriva eina avtalu, sum í praksis merkir, at alt Argentina heldur frí í morgin.