Friðarlig ólavsøka hjá løgregluni

Hóast regn og illfýsið veður, so var nógv fólk úti í býnum og hildu ólavsøku í nátt

 

Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hevði úr at gera í morgun við at rudda upp eftir mongu ólasøkugestirnar

Frá løgregluni frættist um eitt harðskapsmál, har ein maður var knýttur at trimum harðskapsmálum á einum skeinkistað í Havn. Hann endaði í kasjottini hjá løgregluni.

Tað mesta arbeiði hjá løgregluni var at taka upp full fólk, sum vóru dottin. Men aftur hesaferð fekk løgreglan góða hjálp frá samarittunum.

Ein bilførari var tikin fyri at koyra ávirkaðu í nátt á veg úr Havn inn í Eysturoynna eftir at hann varð meldaður.

 

##med2##

 

Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hevði úr at gera í morgun við at rudda upp eftir mongu ólasøkugestirnar