Friðarligt hjá løgregluni

Seinasta samdøgrið hevur verið friðarligt hjá løgregluni

Vakthavandi á politstøðini í Havn sigur, at í gjár hava tey sent tveir sjúkrabilar og tikið ein bilførara, sum fekk bót fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil.

– Og so hava vit hjálpt onkrum, sum ikki vann sær til húsa.