Fríði Sigmundsson á OY Voxbotn 2023

Dugnaligi, ungi maðurin, ið hevur sungið seg inn á nógv hjørtu, verður við á OY Voxbotn 2023.

 

Við guitarinum, kærleiksfullum tekstum og fangandi løgum, hevur hann útgivið fleiri løg, ið føroyingar hava tikið til sín.

 

Her hjá mær, Saman og frí, Her Uttan Teg og Nýt løturnar eru alt løg, ið hava verið nógv at hoyrt og sær tað út til, at Fríði heldur áfram at ríkað okkum við sínum góða fólka- og popp tónleiki.

 

Vit gleða okkum til eina hugnaliga konsert tá Fríði fer á pall og vænta, at hetta verður enn ein av góðu løtunum, á OY Voxbotn 2023.

 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen og Superloader koma á OY Voxbotn 2023.