Fríðrikskirkjan forkunnuga vitjan

Sum eykanummar fer kórið úr Haderslev dómkirkju at syngja eina útseting av lagnum hjá Steintóri Rasmussen, “Tað kundi verið eg”.

Fríggjakvøldið 27. mai klokkan 20 fær Fríðrikskirkjan á Toftum vitjan av dreingja- og manskórinum í Haderslev dómkirkju.

 

Leiðari er organisturin í dómkirkjuni, Henrik Skærbæk Jespersen. Sami Henrik var í 2019 í Føroyum við “Orguldreingjunum” úr Haderslev.

 

Hesaferð hevur hann 50 sangarar í aldrinum níggju ár og eldri við sær.

 

Ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar, meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass.

 

Kórið hevur ferðast víða og hevur fleiri ferðir sungið fyri teimum kongaligu til barnadóp og onnur høvi.

 

Teir hava sungið í øllum dómkirkjum í Danmark.

 

Meðan kórið vitjar í Føroyum, fara teir eisini at syngja undir gudstænastuni í Havnar kirkju sunnudagin hin 29. mai klokkan 11.

 

Men, áðrenn hetta vitja teir í Fríðrikskirkjuni fríggjakvøldið komandi.

 

Á skránni verður danskur, svenskur og enskur kórtónleikur.

 

- Sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting av lagnum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”, skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu.