– Tað var ein stór uppliving, at vera við føroyska toyminum, sum var við til Euroskills í Herning.
– Har var sera nógv fólk og vitjaði, og man fekk nógvar góðar samrøður, við bæði kend og ókend. Tað er altíð hugaligt, at áhugi er fyri arbeiðnum ið man ger.
Soleiðis skrivar listamaðurin Livar Nysted á Facebook. Í sambandi við framsýniningina málið Livar Nysted ein stóran málning av einum báti.
Tað vóru omanfyri 100.000 fólk og vitjaðu hallirnar hesar dagar, Euroskills var, og serliga stuttligt var tað, tá Fríðrikur kongur kom at heilsa uppá okkum, skrivar Livar.
– Tá eg hoyrdi, at kongur skuldi vitja Euroskills, hugsadi eg, at skuldi tað hent at hann kom til tann føroyska básin, so mátti eg royna, at fáa hann at skriva »Kongen« á bátin, ið eg málaði.
##med2##
– Dagin fyri kongur vitjaði, málaði eg so sjálvt navnabrettið, so tað var turt, um mín ætlan bar á mál, sigur hann.
– Dagin eftir, standi eg í míni egnu verð og máli, og áðrenn eg veit av, stendur kongur undir liðini á mær. Og sum myndirnar vísa, so standi eg við einum pensli og vatndunki í hondini. Eg havi tað við at gloyma bæði tíð og stað, tá eg máli, og tað gjørdi eg eisini hendan dagin.
##med3##
– Tá eg nevndi, at eg hevði lagt honum eitt lítið pláss av á málninginum, var hann beinanvegin við uppá tað, og eftir at hann hevði givið bátinum navn, segði hann við einum smílið:
»Mit første kunstværk«
– Kongurin hjá okkum, er ein sera dámligur og fyrikomandi maður, og vísti hann stóran áhuga fyri bæði bátinum hjá Ívf Høgnesen bátasmíð og málninginum.
– Vit fingu eitt gott prát og eina góða og stuttliga løtu saman.
– Lidt kongelig har man da lov at være, skrivar Livar Nysted.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##