?Friendly Fire? í handlunum

?Friendly Fire? er heitið á nýggjari fløguútgávu, ið nú er komin í handlarnar. Tað er bólkurin Analog Norð, ið kemur við síni fyrstu fløguútgávu. -Fløguútgávan er tíverri nakað seinkað, men vit eru stak væl nøgdir við endaliga úrslitið, sigur Jan Rasmussen, ið eigur løg og tekst og hevur produserað útgávuna.

 

Kristoffer Mørkøre hevur miksað í Kristuff-studio. Talan er um elektro-popp/rokk tónleik og tað eru 12 løg á fløguni. Í samband við fløguútgávuna verður stór útgávukonsert leygarkvøldið 12.desember klokkan 20.00 í Løkshøll í Runavík.

 

? Vit eru ógvuliga spentir at framføra í nýggju konserthøllini í Runavík, vit ætla at gera nógv burturúr og umstøðurnar eru heilt í topp, sigur Jan Rasmussen.

Fløgan verður komandi dagarnar at fáa kring alt landið.