Dómurin er fyri at hava brotið eitt navnaforboð.
Tað hevur Københavns Byret avgjørt í dag.
Somuleiðis eru tveir journalistar hjá miðlinum dømdir í málinum og skulu gjalda 25.000 krónur hvør.
Málið snýr seg um fýra greinar, sum vórðu givnar út í august og september í 2022. Í greinunum varð ein kvinna knýtt at einum máli, hóast navnaforboð var galdandi.
Kvinnan varð seinni ákærd fyri svik og misnýtslu av áliti í sambandi við rakstur av einum kreppumiðstøði á Suðursælandi.
Mads Brügger og journalistarnir noktaðu seg sekar og hildu fast við, at teir vóru í góðari trúgv, tá greinarnar vórðu almannakunngjørdar.
– Vit vóru sannførd um, at vit vóru á tryggari grund, segði Mads Brügger við Ritzau undan rættarmálinum.
Men rætturin metti, at greinarnar umrøddu viðurskifti, sum vóru fevnd av navnabanninum, og vísti samstundis aftur, at journalistarnir kundu hava verið í góðari trúgv.
Rætturin legði eisini dent á, at talan var um fýra lógarbrot, men tók hædd fyri drúgvu málsviðgerðini, tí greinarnar vóru útgivnar í 2022, skrivar Ritzau.











