Dómur er fallin í málinum um eina atkvøðu í Oyndarfirði, sum varð ógyldað í fínteljingini. Tað var hon, tí har var meira enn ein krossur á seðlinum.
Maðurin, sum varð ákærdur fyri at hava svikað, er fríkendur.
Rætturin var tó ikki heilt samdur í málinum.
Kringvarpið skrivar, at tað ein løgfrøðiligur dómari umframt tveir dómsmenn, sum skuldu døma í málinum. Tveir søgdu mannin vera ósekan, meðan ein segði, at hann skuldi dømast. Tað hevur við sær, at valstýrisformaðurin bleiv frídømdur.
Kravið var fýra mánaðir fongsul til mannin, sum er valstýrisformaður í Oyndarfirði. Verji hansara, Christian Andreasen, kravdi frídøming ella treytaðan dóm.
Sambært ákæruvaldinu eru prógv fyri, at valsvik er framt. Men verjin helt, at prógvini ikki staðfest, hvør setti krossin, og tí átti allur ivi at koma tí ákærda tl góðar. Tað helt rætturin eisini, sum tí frikendi mannin fyri at hava framt valsvikið, sum sambært ákæruvaldinum er framt í Oyndarfirði.
##med2##











