Jørgen Niclasen, sum er ein av uppskotsstillarunum sigur, at tað má vera mál hjá øllum politikarum at geva fólki møguleikar til sjálvi at velja á so nógvum økjum sum gjørligt.
- Í demokratisku grundhugsanini hava norðurlendsku londini altíð verið undangongulond, og nú er tíðin komin at taka næsta stig, nevniliga, at geva foreldrum rættin til frítt at velja skúlar til síni børn og at skipa fyri, at frískúlar verða settir á stovn, so hesin møguleiki verður veruleiki, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur eisini, at hetta fer at motivera skúlarnar at gerast upp aftur betri, og saman við tí, at allar familjur í norðanlondum nú kunnu velja frítt, og hetta má verða málið hjá øllum politikarum demokratisins.
- Tí hevur konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum sett uppskot fram um eina norðurlendska frískúlakonvensión, sigur Jørgen Niclasen.
4 bólkar
Konservativi bólkurin hevur heitt á Norðurlandaráðið um at skjóta upp fyri stjórnunum í norðanlondum, at í øllum londum verður arbeitt við at geva foreldrum rætt til frítt at velja skúlar til síni børn og at frískúlar verða settir á stovn og at teir fáa fíggjarligar karmar at virka undir, so støðið í frálæruni verður so høgt sum tilber.
Konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum er umboðaður av Moderata Samlingspartiet í Svøríki, Føroyska Fólkaflokkinum, Høgraflokkinum í Noregi, Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, Samlingspartiet í Finnlandi og Sjálvstýrisflokkinum í Íslandi.
Í Norðurlandaráðnum eru fýra bólkar: Tann konservativi bólkurin, Miðbólkurin, Sosialdemokratiski bólkurin og Vinstrasosialistiski bólkurin.