Frithleif og Odd fríkendir í Eik-málinum

Teir vórðu í Føroya Rætti dømdir at rinda 150 milliónir krónur í endurgjaldi. Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg eru fríkendir, men Marner Jaocbsen skal gjalda 85,7 milliónir krónur í endurgjaldi til Finansiel Stabilitet fyri sín leiklut í húsaganginum hjá Eik Banka

 

Men nevndarformaðurin Frithleif Olsen og nenvdarlimurin Odd Bjellvåg eru fríkendir.

Tað var niðurstøðan, tá Eystari Landsrættur klokkan 9 kunngjørdi dómin. Teir tríggir vórðu í Føroya Rætti í 2019 dømdir at gjalda 150 milliónir krónur í endurgjaldi, men kærdu dómin til landsrættin. Og tað loysti seg í øllum førum hjá tveimum teirra.

Rættamálið varð reist í 2012 og hevur soleiðis hingið yvir teimum trimum monnunum í yvir 10 ár.

Tað er felagið hjá statinum, sum varð stovnað til tess at taka yvir neyðlíðandi bankar, Finansiel Stabilitet, sum hevur reist málið ímóti leiðsluni í Eik Banka. Enn einaferð hevur Finansiel Stabilitet partvíst tap eitt rættarmál ímóti bankaleiðsluna. Finansiel Stabilitet er dømt at gjalda sakarmálskostnaðin upp á tilsamans 17,5 milliónir krónur.

Eik Banki fór á húsagang í 2010.