Frítíðarbátur sokkin í Reyðahavinum

Í morgun visti Reuters at siga, at 16 fólk av 45 vóru bjargað, og leitað verður eftir saknaðum

Ein frítíðarbátur, nevndur Sea Story, við 45 fólkum umborð er gingin burtur í Reyðahavinum.

 

Skipsbrotið hendi út fyri strondini í Marsa Alam í Egyptalandi tíðliga í morgun.

 

Sambært egyptiskum miðlum vóru 31 ferðafólk við bátinum, og manningin taldi 14.

 

Fyrr í morgun visti Reuters at siga, at 16 fólk vóru bjargað, og leitað verður eftir saknaðum.

 

Sambært egyptisku ávísini, The National, sakk frítíðarbáturin nærindis einum koralrivi.

 

Sea Story fór úr Port Ghalib sunnudagin og skuldi ætlandi verða í Hurghada fríggjadagin í vikuni.

 

Báðir býirnir eru í Egyptalandi.

 

##med2##